- Tíðindi, mentan og ítróttur
Thor 64 milliónir í vinningi í fjør
Thor 64 milliónir í vinningi í fjør
Sølan vaks úr 394 upp í 459 milliónir krónur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hoyvik_3.jpg?itok=MrBSGgcf)
Hoyvík er eitt av skipunum hjá reiðarínum Thor.
24.06.2024 - 08:45
Reiðaríið Thor hevði 64 milliónir krónur í vinningi í fjør, skrivar vp.fo.
Sølan vaks úr 394 upp í 459 milliónir krónur.
Úrslitið var eisini væl betri. Eftir skatt var úrslitið í fjør 64 milliónir krónur. Í 2022 varð úrslitið 40 milliónir krónur.
Thor, sum hevur heimstað í Hósvík, fæst við frálandavinnu, fiskivinnu og sølu av fiskaúrdráttum.
Fíggjarstøðan hjá Thor-samtakinum javnvigaði við 764 milliónum krónum, og eginognin var 309 milliónir krónur, skrivar vp.fo.
Hans Andrias Kelduberg og Per Lund Gulklett eru stjórar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV