Knassar fingið nýggjan stjóra

Knassar fingið nýggjan stjóra
Knassar, sum m.a. eigur størsta privata netmiðilin í landinum, portal.fo, fekk nýggjan stjóra í vikuni. Bárður Kass Nielsen er nú stjóri
Bárður Kass Nielsen er nýggjur stjóri í Knassum
 
23.06.2024 - 15:13

Í fráboðan til Skráseting Føroya hósdagin varð boðað frá, at Niklái Nysted, ið stovnaði fyritøkuna saman við bróðrinum, Jón Nysted, ikki longur er stjóri í smápartafelagnum Knassar, og at Bárður Kass Nielsen hevur tikið við sum stjóri. 

Undan broytingini var Bárður Kass Nielsen nevndarformaður í felagnum, og hann hevur fyrr eisini havt ábyrgdina av fíggjarliga partinum, so tað er ein maður, sum kennir viðurskiftini, sum hevur tikið við sum stjóri. 

Leiðslubroytingin hevur við sær, at Bárður Kass Nielsen má frá sum nevndarformaður, og nýggj nevndarforkvinna er Ingvør Dalbø Mikkelsen, sum í sínum gerandisyrki er roknskaparleiðari hjá Varðanum.

Bárður Kass Nielsen heldur tó fram sum nevndarlimur í felagnum, og tað sama gera Nysted-brøðurnir.

 

Koyrt tungt fíggjarliga

Einki er upplýst um orsøkina til broytingina í leiðsluni, og roknskapurin fyri 2023/24 er ikki latin myndugleikunum enn. Men verður hugt eftir fíggjarligu støðuni hjá felagnum, so er hon ikki betri enn góð. 

Tá seinasta almenna roknskaparár endaði, seinast í februar í fjør, hevði spf. Knassar eina negativa eginogn uppá 4,2 milliónir krónur og eina skuld til Varðan og til peningastovnar uppá umleið 6,6 milliónir krónur.  

Kringvarpið hevur roynt at fingið fatur á Boga Jacobsen, stjóra í Varðanum, men tað hevur ikki eydnast til hesa sendingina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035