Átta kommunur mótmæla landsvegaskránni

Átta kommunur mótmæla landsvegaskránni
Kunngerðin kemur ikki í hesum umfarinum, hevur kommunufelagið fingið at vita
Átta kommunur mótmæltu, og kunngerðin kemur ikki í hesum umfari
 
23.06.2024 - 11:32

Kommunufelagið átalaði í ummæli sínum til Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið, at freistin fyri at ummæla uppskotið um kunngerð ikki var hildin.

Stutta skotbráið gjørdi, at stundir ikki vóru at leggja uppskotið fyri alla politisku skipanina hjá kommununum.   

Kortini sendi Kommunufelagið eitt hoyringarskriv.

Í tí eru mótmæli frá átta kommunum.

Kommunufelagið fekk uppskotið til ummælis 7. juni.

Freistin var til 18. juni á middegi. 

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið segði, at tað vildi hava kunngerðina avgreidda á seinasta landsstýrisfundi fyri summarfrítíðina.

Hetta er á ongan hátt haldgóð grundgeving, sigur Kommunufelagið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017