Nýnorskt og bókmál verða javnsett í norsku grundlógini

Nýnorskt og bókmál verða javnsett í norsku grundlógini
Stórur meiriluti er í stórtinginum fyri at broyta grundlógina
Átta flokkar í stórtinginum taka undir við at broyta grundlógina, soleiðis at nýnorskt og bókmál verða javnsett.
Mynd: Stórtingið  
 
21.06.2024 - 10:45

Ein stórur meiriluti í norska stórtinginum ætlar at seta norskt sum høvuðsmál í grundlógini, og javnseta nýnorskt og bókmál sum skriftmál. 

Umboð fyri átta flokkar í stórtinginum skjóta upp at seta nýggja grein í grundlógina.

Allir flokkar uttan Framburðsflokkurin og Patientfokus taka undir við uppskotinum. 

 

Norskt er undir trýsti

- Tað hevur týdning, at norska málið verður vart í grundlógini. Norskt er undir stórum trýsti úr enskum, m.a. innan fyri yrkismál, vinnulívið og fólksliga mentan, sigur Sveinung Rotevatn í Vinstraflokkinum. 

Málnevndin hevur leingi arbeitt fyri hesum og fegnast um uppskotið.

- Grundlógarásetta javnsetingin millum nýnorskt og bókmál ger tey sterkari og týðiligari í rættarstøðu, sigur Peder Lofnes Hauge, formaður í Vinstraflokkinum.

 

Søguligt uppskot

Hann sigur, at uppskotið er søguligt.

- At umboð fyri nærum allar flokkar taka undir við hesum, gevur okkum vón og útlit fyri, at vit umsíðir fáa nýnorskt inn í týdningarmestu lóg okkara, sigur formaðurin í Vinstraflokkinum.

Stórtingið fer at atkvøða um uppskotið í næstu tingsetu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824