Soleiðis fer nýggja farstøðin at síggja út

Soleiðis fer nýggja farstøðin at síggja út
Smyril Line og Tórshavnar kommuna byggja farstøðina og nýggja høvuðssætið hjá Smyril Line
Felags verkætlanin hjá Smyril Line og Tórshavnar kommunu verður 8.054 fermetrar til støddar.
Mynd: Smyril Line  
 
20.06.2024 - 15:29

Fyrsta asfaltið var í dag loyst á molanum í Havn, har nýggj farstøð og høvussæti til Smyril Line skal gerast.

Smyril Line og Tórshavnar kommuna saman við Tórshavnar havn byggja nýggju farstøðina og høvuðssætið.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sat í gravkúnni, tá fyrsta asfaltið var loyst. (Mynd: Smyril Line)

 

Felags verkætlanin verður 8.054 fermetrar til støddar, og hon fevnir um farstøð við landgongubrúgv og innskriving, umframt størri pakkhús og skrivstovuhøli til Smyril Line.

Høli skal eisini gerast til tollarar.

Verkætlanin skal vera liðug á sumri í 2026. 

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line. (Mynd: Smyril Line)

 

Hon fer at kosta Tórshavnar havn 140 mió. kr.

Fyrsta gjaldið til Smyril Line var 26,3 milliónir. Tað var goldið, tá sáttmálin við arbeiðstakaran var undirskrivaður.

Hitt skal gjaldast, tá byggingin er liðug.

Articon, Henning Larsen Arkitektar, LBF Ráðgevandi verkfrøðingar, PBC og Verk.fo, standa fyri arbeiðnum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035