Rætturin skal avgera sekt til FT Samskifti

Rætturin skal avgera sekt til FT Samskifti
Kappingareftirlitið ásetti upprunaliga sektina til 45 mió. kr., men sambært semjuni, sum síðani er gjørd, er sektin minni
Hóast semja er gjørd, skal málið um sektina til FT Samskifti fyri rættin, sum skal avgera sektina.
 
20.06.2024 - 12:00

Í næstu viku skal Føroya rættur avgera, hvussu stóra sekt FT Samskifti skal hava fyri at bróta kappingarlógina.

Kappingareftirlitið ásetti sektina at vera 45 milliónir kr.

20. mars boðaðu Føroya Tele og Kappingareftirlitið frá, at semja var gjørd í málinum.

Sambært henni er sektin minni enn 45 mió. kr. 

Men málið skal í rættin kortini, tí støddin á sektini skal avgerast í rættinum.

Ákæruvaldið vil ikki upplýsa fyri rættarfundin, hvussu stórt kravið verður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035