Mál um brot á grein 266b skal aftur fyri rættin

Mál um brot á grein 266b skal aftur fyri rættin
Ákæruvaldið helt, at ákærdi maðurin hevði játtað seg sekan, men í rættinum týsdagin vildi maðurin ikki játtað, at tað, hann hevur skrivað, er revsivert
Maðurin, sum er ákærdur fyri at bróta grein 266b í revsilógini, skal aftur í Føroya rætt. (Savnsmynd)
 
20.06.2024 - 09:09

Maðurin, sum er ákærdur fyri at bróta grein 266b í revsilógini, skal aftur í Føroya rætt.

Tí nú skal ákærurit skrivast.

Maðurin er ákærdur, tí hann 9. november í 2022 skrivaði niðrandi um samkynd á Vágaportalinum.

Hann játtaði seg sekan, helt ákæruvaldið.

Men tá hann var í rættinum týsdagin, játtaði hann at hava skrivað tað, sum stóð á Vágaportalinum 9. november 2022.

Hann játtaði tó ikki, at tað, sum hann skrivaði, er revsivert.

Nú skal ákærurit skrivast, har hann verður ákærdur fyri at bróta grein 266b.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035