Handtikin fyri at hava veddað um valdagin í Bretlandi

Handtikin fyri at hava veddað um valdagin í Bretlandi
Lívverjin hjá Rishi Sunak, forsætisráðharra, er avhoyrdur og latin leysur, men málið verður framvegis kannað
Rishi Sunak, forsætisráðharri, hevur skrivað út parlamentsval at vera 4. juli.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.06.2024 - 08:45

Ein bretskur løgreglumaður, sum er lívverji hjá bretska forsætisráðharranum, Rishi Sunak, er handtikin fyri at hava veddað um dagin fyri valið í Bretlandi. Tað skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Løgreglumaðurin var avhoyrdur og síðani latin leysur, men bretsku myndugleikarnir kanna framvegis málið, sigur BBC.

Í seinastu viku bað ráðgevin hjá Sunak, Craig Williams, um umbering fyri at hava veddað um valdagin, beint áðrenn valið varð útskrivað.

Rishi Sunak boðaði seinast í mai mánaði - óvæntað - frá, at val verður 4. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946