Úrslitið av fólkaatkvøðuni fyri bygdaráðið mánadagin

Úrslitið av fólkaatkvøðuni fyri bygdaráðið mánadagin
Endaliga úrslitið av fólkaatkvøðuni gjørdist, at í Hvalbiar kommunu atkvøddu 220 nei og 189 ja - í prosentum var býtið 54-46
Tá úrslitið av fólkaatkvøðuni var greitt leygarkvøldið, segði Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, at hann virdi úrslitið.
 
18.06.2024 - 13:24

Tað verður ikki fyrr enn á regluliga bygdaráðsfundinum mánadagin, at bygdaráðið í Hvalba tekur endaliga støðu til úrslitið av fólkaatkvøðuni um at leggja Tvøroyrar kommunu og Hvalbiar kommunu saman.

Endaliga úrslitið av fólkaatkvøðuni gjørdist, at í Hvalbiar kommunu atkvøddu 220 nei og 189 ja. 54 prosent vóru fyri samanlegging og 46 prosent ímóti. 

Og 93 prosent* av teimum, sum høvdu rætt at atkvøða í Hvalbiar kommunu, nýttu høvið til at seta sín kross.

Í Tvøroyrar kommunu var luttøkan ikki so stór, 62 prosent. Av teimum søgdu 632 ja til samanlegging, og 222 søgdu nei.

Prosentbýtið her var 74 prosent ja og 26 prosent nei.
 

*Rætting 16. juli 2024: Valluttøkan í Hvalba var 81,3 % og ikki 93 %, sum annars stendur í greinini.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035