Rætturin viðger mál um kynslig brotsverk móti børnum á netinum

Rætturin viðger mál um kynslig brotsverk móti børnum á netinum
Ákærdi maðurin hevur sitið í varðhaldi, síðani hann var tikin í januar
Maðurin, sum nú kemur fyri rættin, er m.a. ákærdur fyri at hava meira enn 30.000 myndir og filmar við barnapornografiskum innihaldi. (Savnsmynd)
 
18.06.2024 - 10:07

Føroya rættur viðger í morgin eitt mál um kynslig brotsverk móti børnum á internetinum.

Í januar tók politiið ein mann og skuldsetti hann fyri at fremja kynslig brotsverk á internetinum. 

Hann hevur verið í varðhaldi síðani.

Í sambandi við handtøkuna bleiv gjørd húsarannsókn og hald bleiv lagt á ymsar teldulutir. 

 

Meira enn 30.000 myndir og filmar

Maðurin er millum annað ákærdur fyri at hava deilt meira enn 50 myndir og filmar við barnapornografiskum innihaldi.

Hann er ákærdur fyri at hava meira enn 30.000 myndir og filmar við barnapornografiskum innihaldi.

Haraftrat er hann ákærdur fyri á sosiala miðlinum Twitter, sum nú eitur "X", í fýra umførum at hava vera við til roynd at neyðtaka børn undir 12 ár við at hava eggjað brúkarar uttan fyri Føroyar at neyðtaka børn, og at hava vegleitt teir um, hvørjar kynsligar gerðir, teir skuldu gera móti børnunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035