- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjálvstýri: Helst seinasta royndin at sleppa á ting
- Sjálvstýri skal skerpa profilin og vísa, hvat hann vil á tingi og so fáa nøkur góð valevni at føra tann boðskapin fram. Men um tað ikki eydnast at koma inn á ting næstu ferð, er ivasamt, um ein roynd verður gjørd afturat. Tað sigur Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, sum hevði landsfund í gjár.
Á landsfundinum vóru fleiri evni á skrá.
Tað týdningarmesta vit fingu viðgjørt, vóru tær truplu støðurnar, sum eru í flokkinum, so sum at koma inn um tinggátt og í bygd- og býráðum.
Síðani vóru aktuell mál viðgjørd.
- Flokkurin er samdur um, at flokkurin skal inn á ting, tí vit hava nakað upp á hjarta, sigur Sámal Petur í Grund.
Sjálvstýri heldur tað vera skeivt, at pensjónistar verða mótroknaðir.
Flokkurin fegnast um, at verkfallið loksins er av - men lønin er framvegis alt ov lág í mun til kostnaðarstøðið í samfelagnum.
Og at enda heldur Sjálvstýri, at ferðavinnulóggávan ger tað truplari enn áðrenn fyri allar partar.
Hoyrið samrøðu við Sámal Petur í Grund her: