Hvalbingar vrakað uppskot um kommunusamanlegging

Hvalbingar vrakað uppskot um kommunusamanlegging
54 prosent av veljarunum í Hvalbiar kommunu søgdu nei
 
15.06.2024 - 20:00

Tað gjørdist ein valgysari í Hvalba í kvøld.

Fólk í Hvalbiar kommunu fóru nærum øll á val, vallutøkan var 93 prosent*, og úrslitið gjørdist ikki greitt, fyrr enn atkvøðurnar úr Sandvík vóru taldar uppí. Og æltanin um at stovna Suðuroyar kommunu saman við Tvøroyrar kommunu hevur ikki undirtøku millum fólkini í Hvalbiar kommunu. Tað er greitt, nú úrslitið er kunngjørt av valnevndini.

189 av veljarunum søgdu ja til at leggja saman við Tvøroyrar kommunu, men 220 veljararar søgdu nei.

Hetta svarar til 46 prosent fyri og 54 prosent ímóti.

Fólkaatkvøðan í dag er vegleiðandi fyri bygdarráðini, men Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, segði í Degi og viku í gjár, at hann fór at virða fólkaatkvøðuna, hóast hann sjálvur helt, at tíðin var tann rætta at leggja saman við Tvøroyrar kommunu.

 

*Rætting 16. juli 2024: Valluttøkan í Hvalba var 81,3 % og ikki 93 %, sum annars stendur í greinini.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519