Lærlingar fáa nú løn í skúlatíðini

Lærlingar fáa nú løn í skúlatíðini
Arbeiðsgevari hevur nú skyldu til at rinda lærlingum løn, meðan teir eru í skúla
Nú er frukt aftur at fáa. Verkfallið vardi í slakar fýra vikur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.06.2024 - 06:23

Nakrir limir í arbeiðarafeløgunum fáa meira enn aðrir í tvey ára sáttmálanum, sum feløgini og arbeiðsgevararnir gjørdu sunnukvøldið.

Tey, sum gera reint, fáa 0,35 prosent aftrat grundlønini. 

Í pelagiska sáttmálan er komið at standa, at um arbeitt verður longur enn 12 tímar leygardag ella sunnudag, hækkar yvirtíðarlønin í mun til verandi sáttmála. 

Har eru eisini komnar nýggjar ásetingar um frítíð, tá skift verður millum dagvakt og náttarvakt.

Tey, sum koyra buss, fáa dupulta bussføraraløn eftir kl. 13.00 jólaaftan.

Jólaaftan eftir kl. 16.00 er framvegis at rokna sum frídagur. 

Eisini er tann broyting gjørd, at álitisfólk skulu takast við uppá ráð, tá rutur og aðrar broytingar vera gjørdar, sum busseigarin hevur ávirkan á. 

Er einki álitisfólk, skulu bussførarar takast við uppá ráð.

Lærlingalønin hækkar

Lærlingalønirnar eru hækkaðar fyri sáttmálar, sum eru gjørdir eftir 1. mai í ár.

Arbeiðsgevari hevur nú skyldu til at rinda lærlingum løn, meðan teir eru í skúla.

Og nýggjar ásetingar eru um, hvussu lærlingur skal lønast, um hann verður biðin um at koma til arbeiðis í skúlaskeiðnum.

Lønin hjá yrkislærdum verður nú sett sum eitt prosentgjald heldur enn eitt krónugjald, tað er grundløn umframt 13,5 prosent um tíman. 

Broytingar eru gjørdar í ásetingunum um løn og uppsøgn, tá løntakari, sum hevur arbeitt hjá sama arbeiðsgevara meira enn seks mánaðir, gerst óarbeiðsførur vegna arbeiðsskaða.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480