Blinken: Ísrael tekur undir við vápnahvíld

Blinken: Ísrael tekur undir við vápnahvíld
Amerikanski uttanríkisráðharrin hevur hitt ísraelska forsætisráðharran
Amerikanski uttanríkisráðharrin Antony Blinken er í Ísrael í dag.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
11.06.2024 - 12:57

Amerikanski uttanríkisráðharrin Antony Blinken er á vitjan í Ísrael í dag. 

Hann sigur við fjølmiðlar, at ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu hevur sagt seg stuðla uppskotinum um vápnahvíld, sum nú verður tosað um.

Blinken sigur, at teir báðir vóru á fundi, og at Netanyahu har enn einaferð segði seg stuðla uppskotinum.

Eitt umboð fyri palestinska yvirgangsfelagsskapin Hamas hevur sagt við Reuters tíðindastovuna, at Hamas góðtekur samtyktina um vápnahvíld, sum er góðtikin í ST-trygdarráðnum.

Blinken sigur, at hetta er gott tekin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450