- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samuel og Meinhard aftur á landsliðnum
Samuel Chukwudi og Meinhard Olsen eru við frá byrjan, tá Føroyar spæla ímóti Estlandi í hálvfinaluni í Baltic Cup klokkan 17:00.
Teir báðir hava havt knæskaðar at dragast við í hálvtannað ár, men nú eru teir tøkir aftur og byrja inni á A. Le Coq Arena í Tallinn.
Í mun til seinasta landsdyst, sum var móti Danmark á Brøndby stadion í marsmánaði, eru fimm broytingar á liðnum, skrivar fsf.fo.
Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar og liðskiparin, Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum vera Petur Knudsen, Hanus Sørensen, René Shaki Joensen, Stefan Radosavljevic og Meinhard Olsen, og fremsti maður verður Jóan Símun Edmundsson.
Á bonkinum sita Silas Eyðsteinsson, Ari í Haraldstovu, Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Arnbjørn Svensson, Daniel Johansen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Noah Mneney, Adrian Justinussen, Ragnar Samuelsen, Pætur Petersen, Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen.
Landsdysturin millum Estland og Føroyar verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum og byrjað verður at senda klokkan 16:50.