Vænta høgrasnaring í ES-tinginum

Vænta høgrasnaring í ES-tinginum
720 sessir eru í ES-tinginum, og fólkatalið í hvørjum einstøkum ES-landi er avgerandi fyri, hvussu nógvar tingsessir landið fær
Val er til ES-tingið í hesum døgum.
Mynd: Reuters  
 
07.06.2024 - 12:43

Í hesum døgunum velja ES-londini síni umboð til ES-tingið, og ES-borgarar vilja eftir øllum at døma hava broyting í. 

Í fleiri limalondum eru stjórnarflokkar, sum verða mettir at liggja rættiliga uttarlaga á høgravonginum, til dømis í Italia, Slovakia, Kroatia, Finnlandi og Ungarn. 

 

Elisabeth F. Rasmussen, sendikvinna í ES.

 

Í Fraklandi er næststørsti flokkur Front National við Marine le Pen á odda, og flokkurin sær út til at standa seg væl til hetta ES-valið. Eisini bendir nógv á, at Svøríkisdemokratarnir gerast størsti flokkur á ES-valinum í Svøríki.

Tí verður væntað, at ES-tingið fer at liggja longri til høgru, tá valið er av.  

Hvat er tað, sum fær fólk at velja høgraflokkarnar, spurd Katrin Petersen Elisabeth F. Rasmussen, sendikvinnnu í Brússel,  í Breddanum fyrrapartin:

 

07062024_Elisabeth_um_ES-val

 

720 sessir eru í ES-tinginum, og hvørt ES-land hevur sessir eftir fólkatalinum. Tá tingið er valt, eru tinglimirnir bólkaðir politiskt, og ikki eftir, hvørjum landi teir eru valdir í. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946