Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES-valið: Høgraflokkarnir fara at hava framgongd
ES-valið: Høgraflokkarnir fara at hava framgongd
Ilt er siga nakað um, hvussu samansetingin í ES-tinginum fer at ávirka okkum í Føroyum
05.06.2024 - 09:47
Útlit eru til, at ES-tingið verður mannað øðrvísi eftir valið, sum byrjar í morgin.
Nógv bendir á, at fleiri tinglimir vera ytst á høgraveinginum, meðan mið- og vinstraflokkarnir missa undirtøku.
Elisabeth Rasmussen er føroysk sendikvinna í ES. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Torført er kortini at siga nakað um, hvussu samansetingin í ES-tinginum fer at ávirka okkum í Føroyum.
Tað sigur Elisabeth Rasmussen, sendikvinna Føroya í Evropasamveldinum:
05062024_Elisabeth_og_ES
Val verður í 27 londum til ES- tingið frá 6. til 9. juni.
Valið er fimta hvørt ár, seinast var tað í mai 2019.
Nýggjastu sendingar í ÚV