Dan Brimsvík ikki longur B36-venjari

Dan Brimsvík ikki longur B36-venjari
B36 skal hava nýggjan høvuðsvenjara. Samstarvið millum Dan Brimsvík og høvuðsstaðarfelagið er steðgað, og nýggjur venjari verður settur ein av komandi døgunum, skrivar B36
Dan Brimsvík hevur staðið á odda fyri besta mansliðnum hjá B36 síðan november 2020
Mynd: Bjarni Enghamar  
 
04.06.2024 - 11:36

Dan Brimsvík er ikki longur venjari hjá besta mansliðnum hjá B36.

Tað skrivar felagið á sosiala miðlinum Facebook.

 - Dan Brimsvík og B36 hava avrátt at steðga samstarvinum. Báðir partar ásanna, at hetta er neyðugt stig at taka fyri at venda laku úrtøkuni hjá besta mansliðnum seinastu vikurnar, skrivar B36.

Nýggjur venjari verður funnin ein av komandi døgunum.

 

Vit mugu blanda kortini av nýggjum

Forkvinnan í B36, Marita Debess Magnussen, sigur, at soltnu úrslitini kunnu ikki bara lastast høvuðsvenjaranum.

 - Tað eru fleiri og samansettar orsøkir til, at tað ikki hevur riggað so væl á vøllinum, men støðan krevur, at vit mugu blanda kortini av nýggjum, sigur hon.

Dan Brimsvík tók við sum høvuðsvenjari í B36 í november 2020, og í 2021 vann mansliðið steypakappingina. Í evropeiskum fótbólti gekst eisini væl, men í landskappingini hava úrslitini ikki verið nøktandi. 

 - Tað hevur verið ein stórur heiður at staðið á odda fyri barndómsfelagnum, og eg ynski felagnum alt tað besta frameftir, sigur Dan Brimsvík.

B36-venjarin meldaði út undan kappingarárinum, at B36 var til reiðar at kappast um meistaraheitið, men í landskappingini hevur ikki gingið væl. Liðið liggur á 5. plássi, 17 stig niðan fyri oddaliðini, Víking og HB.

Í kappingini um Løgmanssteypið hevur B36 framvegis møguleikan at spæla seg í finaluna. Til tað krevst, at liðið vinnur seinnu hálvfinaluna ímóti TB, sum vann ta fyrru við einum máli í Trongisvági.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221