Ikki nokk at duga føroyskt og hava góða útbúgving

Ikki nokk at duga føroyskt og hava góða útbúgving
Fernando Troleis úr Brasil hevur lært seg flótandi føroyskt, og hevur tikið sær góða útbúgving uttanlands. Hóast tað, so forðar føroysk lóg honum í at sleppa framat yrkisliga.
 
28.05.2024 - 12:50

Fernando Troleis úr Brasil er 38 ára gamal og búsitandi í Føroyum. Longu sum 17 ára gamal flutti hann til Føroya fyrstu ferð uttan at duga hvørki enskt ella føroyskt. Hann lærdi seg fyrst enskt, síðan føroyskt á kvøldskúlanum. Faktiskt er hann tann fyrsti í Føroyum, sum hevur staðið støðuroyndina í føroyskum á triðja stiganum.

Á kvøldskúlanum helt hann eina røðu í samband við prógvhandanina, sum ber heitið "Eg vildi fegin hava eitt pláss við borðið". Røðan kann hoyrast her:

Fernando_roda

 

Í røðuni fortelur Fernando, at hansara motivatión fyri at læra føroyskt var, at hann fegin fegin vildi hava eitt pláss við borðið, har tað varð samskift á føroyskum; hann vildi fegin gerast partur av tí føroyska samfelagnum.

Fernando hevur búð samanlagt 9 ár í Føroyum. Hann hevur lisið uttanlands, har hann hevur tikið eina handilsútbúgving. Eisini kann hann undirvísa í máli, sum er tað, hann kundi hugsað sær at gjørt í Føroyum.

Hóast Fernando hevur góða útbúgving og nú dugir føroyskt flótandi, so hevur hann torført við at sleppa framat reint yrkisliga. Serliga er tað føroyska lógin, sum er størsta forðingin. Av tí at Fernando er stakur, so skal hann hava búð 7 ár samanhangandi í Føroyum fyri at fáa eitt varandi innfararloyvi. Var hann giftur, so eitur tað 3 ár. Eisini hevur hansara núverandi støða við sær, at hann bert kann hava eina inntøku. Hann hevur fingið bjóðað at undirvísa nakrar tímar, bæði á kvøldskúla og á Tofta skúla, men hann kann ikki takka ja, tí hann hevur eitt fulltíðarstarv á Bakkafrosti.

Morgunsendingin tosaði við Fernando um at flyta til Føroya, um lógina og um at læra seg føroyskt. Samrøðan kann hoyrast her:

1675583

 

Eisini ber til at hoyra samrøðuna á enskum her:

Fernando_enskt
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035