Hugsa grundleggjandi øðrvísi um kvinnur og ítrótt

Hugsa grundleggjandi øðrvísi um kvinnur og ítrótt
Skulu vit halda kvinnunum til ítróttin, skulu vit hugsa grundleggjandi øðrvísi, enn vit hugsa um dreingir og ítrótt. Tað var niðurstøðan á ítróttatinginum hjá ÍSF fyri kortum
Fitt av fólki var til Ítróttatingi hjá ÍSF, har evnið var ”Genturnar, kvinnurnar og tær bestu”.
Mynd: ÍSF  
 
28.05.2024 - 13:20

Nýhugsan er neyðug, um kvinnur skulu haldast til ítróttin. Tað var niðurstøðan á ítróttatinginum hjá ÍSF, sum var í Finsen í Havn fyri kortum, har evnið var: ”Genturnar, kvinnurnar og tær bestu”.

 - Gentur og kvinnur hava ikki sama fokus, tá ið tær íðka ítrótt, sum dreingir og menn. Skulu vit halda kvinnunum til ítróttin, skulu vit hugsa grundleggjandi øðrvísi, enn vit hugsa um dreingir og ítrótt, skrivar Ítróttasamband Føroya.

Ein kanning um frítíðarvanar millum føroyingar frá 2021 vísir millum annað, at tað hjá gentum í stóran mun eru sosialar umstøður, sum annaðhvørt fáa tær at halda fram í ítrótti, tá ið tær gerast tannáringar – ella at gevast. Hjá dreingjum hevur tað ikki sama týdning.

Hetta var eisini niðurstøðan hjá Eyðvør Klakstein, ið hevur granskað í, hví tað eru so nógvar gentur, sum gevast at spæla landsliðsfótbólt í tannárunum - í mun til dreingir.

Eisini hevur tað týdning, at genturnar ikki síggja eina framtíð í ítróttinum. Tær hugsa meiri um at fáa sær útbúgving og at klára seg fíggjarliga, og tá er fótbólturin ein forðing, tí hann fer við ov nógvari tíð.

 

HSF fer undir kanningar

Mark Marcher frá HSF greiddi frá, at tey í nógv ár hava arbeitt fyri at geva kvinnunum júst tað sama, sum menninir fáa. Men nógv bendir á, at kvinnurnar helst ikki hava tørv á júst tí sama, sum menninir fáa. Sannlíkt hava tær tørv á onkrum heilt øðrum fyri at trívast, mennast og halda fram at spæla.

Júst hvat tað er, fer HSF nú undir at kanna.

Fyrrverandi hondbóltsspælarin, Christina Roslyng, sum hevur spælt á danska hondbóltslandsliðnum, hevði framløgu undir heitinum “Trivsel i præstationsmiljø”.

Síðani hon gavst at spæla, hevur hon starvast sum sportspsykologisk konsulent og hevur havt samrøður, fundir, lagt strategi o.s.fr. saman við kvinnuligu landsliðsleikarunum. Endamálið var, at tað skuldi vera gott at spæla á landsliðnum. Eisini hjá kvinnum. Og har krevst eitt annað fokus, tí tað fyri kvinnurnar ikki er nóg mikið, at ítróttaligu karmarnir eru góðir. Tað skal eisini vera eitt gott, trygt og sosialt umhvørvi, skrivar ÍSF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981