Allan: Errin at vera partur av hesum

Allan: Errin at vera partur av hesum
Føroyski hondbóltsspælarin Allan Norðberg og felag hansara, Valur, skrivaðu íslendska hondbóltssøgu í gjárkvøldið, tá teir vunnu European Cup
Allan Norðberg er fyrsti føroyingurin, sum hevur vunnið eina evropeiska hondbóltskapping fyri feløg
Mynd: Mynd: Valur  
 
26.05.2024 - 14:11

Føroyski hondbóltsspælarin Allan Norðberg og felag hansara, Valur, skrivaðu íslendska hondbóltssøgu, tá teir vunnu European Cup í Grikkalandi leygarkvøldið.

Hoyr innslag í tíðindunum

1675175

 

Seinni dysturin var hádramatiskur, og brotskastskapping var neyðug, áðrenn Allan Norðberg og liðfelagarnir kundu fegnast um sigurin. Valur er fyrsta íslendska felagið, sum hevur vunnið eina evropeiska kapping.

Royndi føroyski vongurin spældi stóran leiklut í samanlagda sigrinum hjá íslendingunum. Allan Norðberg skoraði trý mál í sjálvum dystinum, og var tryggur úr sjey metrum, tá alt skuldi avgerast við brotskastskapping.

Valur hevði vunnið fyrra dystin, men leiðslan hvarv sum døgg fyri sól framman fyri stóru griksku fjøldini. Eina løtu vóru grikkar átta mál frammanfyri, men treisku íslendingarnir komu afturíaftur, og tá tað endaði við javnleiki samanlagt, varð farið til brotskastskappingina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017