- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava tikið avgerðina í samstarvi við heilsumyndugleikarnar
Hava tikið avgerðina í samstarvi við heilsumyndugleikarnar
36 dagstovnar eru í Tórshavnar kommunu, og dregur verkfallið út, kann væntast at fleiri lata aftur næstu dagarnar, tí rusk hópar seg upp
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
22.05.2024 - 18:00
- Avgerðin er tikin í samstarvi við heilsumyndugleikarnar.
Tað sigur Hermann Mortensen, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, nú verkfallið hevur við sær, at 15 dagstovnar í kommununi lata aftur í morgin.
Dagstovnarnir verða stongdir, til verkfallið er av, og ruskið aftur verður heintað.
36 dagstovnar eru í Tórshavnar kommunu, og dregur verkfallið út, kann væntast at fleiri lata aftur næstu dagarnar.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
22052024_Hermann_Mortensen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV