Netanyahu fordømir boð um handtøku

Netanyahu fordømir boð um handtøku
Ísraelski forsætisráðharrin sigur, at demokratiska Ísrael eigur ikki at verða samanborið við Hamas
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, sigur tað vera andstyggiligt, at ICC ætlar at geva boð um at handtaka seg.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.05.2024 - 09:39

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, fordømir ætlanirnar hjá altjóða revsirættarliga ómstólinum, ICC, at hava handtøkuboð útskrivað ímóti sær. ICC vil eisini hava handtøkuboð útskrivað ímóti Hamas-leiðaranum, Yahya Sinwar.

ICC sigur, at hesir báðir hava framt krígsbrotsverk í stríðnum í Gaza, skrivar bretska kringvarpið BBC.

Netanyahu fordømir "andstyggiligu ætlanirnar", sum hann málber seg, og at demokratiska landið Ísrael á henda hátt verður samanborið við hópdrápsfólk, sigur hann.

 

Fær stuðul frá Biden

Amerikanski forsetin, Joe Biden, tekur undir við útsøgnini hjá ísraelska forsætisráðharranum. Hann sigur, at hesi ikki kunnu samanberast.

Karim Khan, sum er høvuðsákæri hjá ICC, sigur, at tað eru rímiligar orsøkir at halda, at Netanyahu og verjumálaráðharrin, Yoav Gallant, hava ábyrgdina av krígsbrotsverkum og brotsverkum, sum eru framd móti mannaættini í Gaza.

Hvørki Ísrael ella USA, sum er høvuðssameindi hjá Ísrael, eru limir í altjóða revsirættarliga sómstólinum, sum varð skipaður í 2002.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450