Meldurhvirla rakti flogfar - eitt ferðafólk læt lív

Meldurhvirla rakti flogfar - eitt ferðafólk læt lív
211 ferðafólk og manningin, sum taldi 18 fólk, vóru við flogfarinum hjá Singapore Airlines
Flogfar hjá Singapore Airlines var á veg úr Singapore til London. (Savnsmynd: AP)
 
21.05.2024 - 14:14

Eitt ferðafólk læt lív og fleiri fingu skaða, tá ein meldurhvirla - turbublensur - rakti eitt flogfar hjá Singapore Airlines, sum í gjár var á veg til Singapore úr London

Tað skrivar flogfelagið á Facebook sambært danska kringvarpinum. 

- Vit kunnu vátta, at fólk eru særd, og ein hevur latið lív í flogfarinum. Singapore Airlines hevur samkenslu við teimum avvarðandi, sigur flogfelagið. 

Flogfarið fekk síðani boð um at flúgva til Bangkok, hagar tað kom í dag. 

211 ferðafólk og manningin, sum taldi 18 fólk, vóru við flogfarinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946