Iran fingið fyribilsforseta

Iran fingið fyribilsforseta
Nýggjur fyribilsforseti er Mohammad Mokhber, sum var fyrsti varaforseti í iransku stjórnini.
Á myndini síggja vit fyrsta varaforsetan í Iran, Mohammad Mokhber, við síðunar av plássinum hjá deyða forsetanum, Ebrahim Raisi. Myndin av honum stendur á borðinum framman fyri plásisð, har hann plagar at sita. Mohammad Mokhber tosar til iransku tjóðina.
Mynd: AFP / Iranian Presidency/Ritzau Scanpix  
 
20.05.2024 - 14:21

Iran hevur fingið nýggjan fyribilsforseta eftir at Ebrahim Raisi doyði í einari tyrluvanlukku í Eysturaserbadjan í gjár. Nýggjur fyribilsforseti er Mohammad Mokhber, sum var fyrsti varaforseti í iransku stjórnini. Í sama viðfangi er Ali Bagheri Kani tilnevndur sum virkandi uttanríkisráðharri ístaðin fyri Hossein Amir-Abdollahian, sum eisini lat lív í tyrluvanlukkuni.

Sambært iranskari lóg skal nýggjur forseti tilnevnast beinanvegin um sitandi forsetin doyr, og ein tann fyrsta uppgávan, sum fyribilsforsetin skal taka sær av er at skipað fyri nýggjum forsetavali, sum skal haldast í seinasta lagi 50 dagar eftir at forsetin er deyður.

Ebrahim Raisi, forseti, hevði verið á vitjan við aserbadjanska markið, har hann millum annað hevði hitt Ilham Aliyev, forseta í Aserbadjan, og hann var á veg heimaftur, tá tyrlan, sum var í fylgi við tveimum øðrum tyrlum, datt niður í fjallalendinum í Varzaqan-økinum í Eysturaserbadjan seinnapartin í gjár.

Tað er framvegis ógreitt, hví tyrlan, sum varð av slagnum Bell 212, datt niður. Tyrlufylgið skuldi um ein fjallarygg í Varzaqan-økinum, har tað var nógvur mjørki, men hvat síðan er hent er tað eingin sum kann siga nakað um í løtuni. Sambært altjóða miðlum fleyg forsetin í einari 50 ára gamlari tyrlu. Orsøkin til tað er handilsstongsulin móti Iran. Handilsstongsulin hevur við sær, at Iran ikki kann keypa nýggja hernaðarútgerð, so sum tyrlur. Tí er millum annað hetta slagið av útgerð ofta gomul.

Níggju fólk vóru við tyrluni; teirra millum trý embætisfólk hjá stjórnini í Teheran, ein imamur og so manningin.

Ebrahim Raisi var 63 ára gamal, nú hann doyði. Hann gjørdist forseti í 2021 og var í politiskum høpi roknaður sum ein nokkso harður hálsur. Hann tók við eftir Hassan Rouhani, sum var meira moderatur, og tað hevur í altjóða miðlum verið róð frammundir, at Raisi skuldi taka við sum ovasti leiðari, tá Ali Khamenei, sum er 85 ára gamal, einaferð fer frá.

Fleiri lond hava sent samkenslukvøður, nú iranski forsetin er deyður.

Ein teirra er, sambært Reuters, forsetin í Russlandi, Vladimir Putin. Putin sigur, at Ebrahim Raisi gjørdi eitt stórt íkast til at knýta sambandið millum Iran og Russland.

Somuleiðis sendir forsetin í Kina, Xi Jinping, eisini samkenslukvøðu, og tað gera Bashar al-Assad, forseti í Sýria, Mohamed bin Zayed Al Nahya, forseti í Sameindu Arabisku Emiratunum, og fleiri aðrir stjórnarleiðarar. Teirra millum forsetin í evropasamveldinum, Charles Michel.

Tað er lýst landasorg í Iran næstu fimm dagarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Morgunlestur hósdagur 6.februar 2025
186663
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155