Ukrainskir fangar velja kríggj ella fongsul

Ukrainskir fangar velja kríggj ella fongsul
Ukrainskir fangar fáa nú valið at sita dómin út ella at fara í kríggj - og fáa restina av dóminum strikaðan
Fangar kunnu velja at fara í kríggj - og sleppa undan at sita restina av dóminum.
 
18.05.2024 - 13:11

Í gjár skrivaði forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, undir eina nýggja lóg, sum gevur nøkrum bólkum av fangum í ukrainsku fongslunum møguleikan at melda seg inn í herin og sostatt sleppa undan at sita í fongsli restina av dóminum.

Danska kringvarpið hevur fingið orðið á nakrar fangar. 

Ein teirra, Oleg Omeltjuk, situr dóm fyri narkobrotsverk. Hann er til reiðar at fara í kríggj.
    - Tað er fyrst og fremst ein møguleiki at sleppa út. Eg veit tað er nakað heilt annað, men tað er betri enn at sita inni, sigur hann. 

Ein annar fangi, Vladimir Baran, heldur, at tað er ein skylda at berjast ímóti Russlandi - eisini skyldan hjá teimum, sum hava brotið lógina.
    - Hetta er ein góð lóg. Øll skulu verja landið hjá okkum, sigur hann.

Teir fangar, sum ikki fáa møguleikan at fara í kríggj eru teir, sum hava brotið seg móti trygdini í Ukraina, kynsbrotsfólk, og tey, ið eru dømd fyri morð. OG so mugu í mesta lagi vera trý ár eftir at sita av dóminum.

15-20.000 fangar í Ukraina hava nú møguleikan at melda seg í herin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946