- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv fleiri hava bústaðartilknýti nú
Fleiri, sum flyta til Føroya nú, hava bústaðartilknýti her.
1. apríl búðu 54.642 fólk í Føroyum, 0,8 prosent fleiri enn 1. apríl 2023.
Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári, men hann er minni nú, enn hann var.
Frá 1. apríl í fjør til 1. apríl í ár er burðaravlopið 151 fólk og nettoflytingin 269 fólk.
Bæði burðaravlopið og nettoflytingin vóru minni, enn tey vóru frá 2022 til 2023.
Færri børn
Færri børn vera fødd nú.
Hagstovan arbeiðir nú við einum nýggjum hugtaki, sum eitur bústaðartilknýti.
Tá fólk hava búð í Føroyum helvtina av sínum lívi ella í sjey av tíggju samanhangandi árum einaferð í lívinum, hava tey bústaðartilknýti til Føroya.
Av teimum 420, sum løgdust aftrat fólkatalinum seinasta árið, høvdu 264, ella 63 prosent, bústaðartilknýti.
Frá 2022 til 2023 vóru tey bara 25 prosent.