- Tíðindi, mentan og ítróttur
Langur vegur til prestalívið
- Tað hevur verið ein tungur vegur, men har tað er ein vilji, har er ein vegur.
Soleiðis sigur Hanus á Gørðum, nýggjur sjúkrahús- og fongsulsprestur, tá hann skal lýsa tíðina, tá hann var undir prestaútbúgving.
Hanus á Gørðum hevur altíð havt trupult við bókstavum og skriving, og tí lá ein strævin tíð fyri framman, tá hann í 1999 fór at lesa teologi.
- Hetta hevur kravt nógvar tímar og hart arbeiði. Eg haldi, at tað er viljin, sum hevur gjørt, at eg kom á mál. Harafturat havi eg havt eitt kall til hesa tænastu, síðani eg var heilt lítil, sigur Hanus á Gørðum, sum er rættiliga vísur í, at hann er orðblindur, hóast hann ikki hevur fingið tað staðfest.
Hóast útbúgvingin kravdi nógv av Hanusi á Gørðum, so hevur hann altíð vitað, at hann skuldi vera prestur.
- Eg var fýra ára gamal, tá eg byrjaði at tosa um, at eg skuldi vera prestur, tá eg bleiv stórur. Sum smádrongur hevði eg ein vinmann, og vit vóru úti og spældu, og so fóru vit inn í stovuna. Eg dekkaði upp við stakum og sálmabókum, og so spældu vit gudstænastu. Eg var prestur, og vinmaður mín stóð aftan fyri einar gardinur og var deknur, heldur Hanus skemtiliga fyri.
Í morgunsendingini greiðir Hanus á Gørðum millum annað frá útbúgvingartíðini, prestalívinum og nýggja starvinum sum sjúkrahús- og fongsulsprestur.