- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hamas tekur saman um samráðingar um vápnahvíld
Samráðingartoymið hjá Hamas í Kairo er farið aftur til Katar, eftir at samrøðurnar um vápnahvíld í Gasa endaðu seinnapartin í gjár.
Tað sigur ein kelda í Hamas.
Hamas hitti leygardagin og sunnudagin semingsmenn úr Katar, Egyptalandi og USA í Egyptalandi.
Á borðinum lá ísraelska uppskotið um vápnahvíld í 40 samdøgur, og at túsundatals palestinskir fangar verða latnir leysir, afturfyri at Hamas letur gíslarnar leysar.
Samráðingartoymið hjá Ísrael var ikki við á fundunum.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Vilja hava varandi vápnahvíld
Samráðingartoymið hjá Hamas fer nú taka samanum, sigur keldan.
Hamas vil hava varandi vápnahvíld í Gasa, men ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sýtir fyri tí.
- Vit bíða eftir svari, segði amerikanski uttanríkisráðharrin Antony Blinken í samrøðu við Mitt Romney, senator, í gjár, tá ið hann var á Sedona Forum-ráðstevnuni á McCain-stovninum í Arizona.
- Vit bíða eftir svari frá Hamas, um tey góðtaka vápnahvíldina og lata gíslar leysar. Júst nú er Hamas tað einasta, sum stendur millum fólkið í Gasa og vápnahvíldina. So vit bíða eftir teirra avgerð, segði Antony Blinken.