- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðingar slitnaðar
Semingsstovnurin hevur tikið yvir royndina at finna semju á privata arbeiðsmarknaðinum, eftir at sáttmálasamráðingarnar slitnaðu í gjár.
Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag samráðast saman, meðan Havnar arbeiðskvinnufelag hevur samráðingar fyri seg.
Semingsstovnurin varð boðsendur, tí ov langt var millum partarnar til at finna eina semju um nýggjar sáttmálar.
Føroya Arbeiðsgevarafelag boðar frá, at semingsstovnurin er komin uppí samráðingarnar við øll fimm arbeiðarafeløgini.
Eisini upplýsir FAG, at semingsstovnurin hevur longt sáttmálarnar til 10. mai á midnátt. Við galdandi fráboðanarfreistum kann ein møguligur arbeiðssteðgur á privata arbeiðsmarknaðinum tí í fyrsta lagi vera mánadagin 13. mai.