- Tíðindi, mentan og ítróttur
Njál Mackay Djurhuus er deyður, 83 ára gamal
Ein verji hjá teimum veiku og fátæku í norska høvuðsstaðnum Olso er farin.
Njál Mackay Djurhuus er deyður, 83 ára gamal
Sum ovasti fyri Frelsunnarherin hevur hann hjálpt drykkjufólkum, narkomanum og heimleysum.
Fyri sítt sjálvbodna hjálpararbeiði millum heimleysar rúsevnismisnýtarar í Oslo fingu Njál og konan Erna Djurhuus heiðursmerki úr gulli frá norska konginum.
Í 2021 fekk Njál eisini heiðurbræv frá Tórshavnar kommunu fyri arbeiðið í Oslo.
Kringvarpið hevur gjørt nógvar samrøður við Njál millum ár og dag.
Sjónvarpið fylgdi Njál Mackay Djurhuus og hansara hjálpararbeiði á gøtunum í Oslo í 1998. Edvard í Skorðini Joensen og Ragnar C. Joensen gjørdu sendingina.
Um jóltíðir í 2013 sendi útvarpið hjá Kringvarpi Føroya sendingina "Á gøtunum í Oslo við Njál Djurhuus", ið Ingi Samuelsen gjørdi.
Hoyr sendingina her: