- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki átak í okkara øki uttan um okkum
- Vit vilja bjóða ferðafólki tað føroyska, hetta merkir, at grundarsteinurin í strategiini er tað føroyska jørðildið – føroyskar siðvenjur og matmentan. Tað er nakað, sum vit vita, at ferðafólkini vilja hava, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann, leiðari fyri Visit North.
Theresa legði mánadagin fram nýggja ferðavinnustrategi fyri Norðoyggjar.
Theresa Turidardóttir Kreutzmann, leiðari fyri Visit North, leggur fram nýggju ferðavinnustrategiina fyri Norðoyggjar (Mynd: Dávur Winther)
Vit hava eitt av størstu økjunum í Føroyum, og vit hava sett okkum fyri, at øll økir, oyggjar, bygdir og býur hava nakað at bjóða ferðafólki. Tí fara vit at seta fokus á, at øll økir hava nakað serstakt, sum bert eyðkennir tað økið. Vit fara millum annað, at hava árligar borgarafundir runt um í Norðoyggjum fyri at tryggja, at vit, sum arbeiða við ferðavinnu her norðuri, eru á somu kós og vilja tað sama – við serligum atliti til burðardygd og inntøkuvøkstur, sigur Theresa.
Nýggja strategiin vísir, at ferðavinnan í Norðoyggjum skal bjóða ymiskar ferðavinnuupplivingar, heimablídni og matstovuupplivingar, fiskivinnusøgu, mentanar- og tónleikaupplivingar og upplivingar í náttúruni, sum taka atlit til fólk og fæ og samstundis taka hædd fyri sliti á náttúruna.
Og fyri at náa hesum hava tey gjørt ein talgildan pall, har øll, sum hava okkurt at bjóða ferðavinnuni í Norðoyggjum, eru á. Pallur er HER
Til framløguna var nýggi samleikin hjá Visit North lagdur fram.
- Ferðavinnan er í stórum vøkstri her norðuri, men fyri okkum hevur tað stóran týdning, at onki átak í okkara øki verður gjørt uttan um okkum, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann, leiðari á Visit North.
Lurta eftir samrøðuni við Theresu og øðrum, sum arbeiða við ferðavinnu í Norðoyggjum, um nýggju ferðavinnustrategiina hjá Visit North.