- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føðitíttleiki: Fáa nú færri enn tvey børn
Hagstova Føroya:
Føðitíttleikin í Føroyum hevur frá fyrst í hesi øld verið um 2,5 børn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Hetta er broytt munandi síðstu árini. Í 2016 var føðitíttleikin 2,64 børn. Hann minkaði niður í 2,43 børn í 2019, 2,32 í 2021, og í 2022 var hann niðri á 2,07. Í 2023 fór hann so undir 2,0 fyri fyrstu ferð við 1,86 børnum. Hetta er eitt stórt fall eftir so fáum árum.
Fleiri kvinnur, men færri børn fødd
Føðitíttleikin er eitt lutfall millum føðital og tal av kvinnum í burðarførum aldri. Gongdin í føðitíttleikanum kann tí eisini lýsast við at hyggja at gongdini í talinum av kvinnum og føddum børnum.
Meðan talið av kvinnum í burðarførum aldri er vaksið áhaldandi seinastu árini, hevur barnatalið verið meira støðugt. Eftir at barnatalið hevur ligið um 680 børn árliga frá 2016 til 2021, minkaði tað tó niður í 632 í 2022 og 574 í 2023. So lítið hevur barnatalið ikki verið áður, tó at tað hevur verið nærum eins lítið einstøk ár. Í 2011 vóru 581 børn fødd.
Kvinnur uttan bústaðartilknýti ávirka ikki føðitíttleikan
Talið av kvinnum veksur, og ein partur av vøkstrinum av kvinnum stavar frá útlendskum kvinnum, ið koma til Føroya í arbeiðsørindum. Tað kann hava ávirkan á lutfallið millum tal av kvinnum og føddum børnum, og tí verður føðitíttleikin hjá øllum kvinnum samanborin við føðitíttleikan hjá kvinnum við bústaðartilknýti til Føroya.
Føðitíttleikin hjá øllum kvinnum og hjá kvinnum við bústaðartilknýti til Føroya er nærum tann sami. Við øðrum orðum hava kvinnur uttan bústaðartilknýti ikki stóra ávirkan á føðitíttleikan.
Hóast fall er føroyski føðitíttleikin framvegis størstur í Evropa
Hóast føroyski føðitíttleikin hevur verið fallandi tey síðstu árini, so er hann enn tann størsti í Evropa sambært tølum hjá evropeiska hagtalsstovninum Eurostat. Nýggjastu tølini hjá Eurostat eru frá 2022. Føðitíttleikin er lækkaður í nógvum londum í Evropa seinastu árini. Í Danmark var føðitíttleikin 1,55 í 2022, meðan hann var 1,67 í 2013. Í Íslandi er føðitíttleikin eisini tann lægsti nakrantíð og var 1,59 í 2022. Í 2013 var hann 1,93.
Kári Holm Johannesen frá Hagstovu Føroya og Ann Mari Strøm, lærari, greinaðu tølini í morgunsendingini: