- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein bleytur vinur í neyðini
Løgreglufólk eru ofta tey fyrstu á staðið, tá okkurt álvarsamt er hent, og serliga halda tey eyga við, um eitt barn er partur av hendingini. Tá kann tað vera gott, at hava okkurt uppi á sær, sum kann avleiða børnini.
Tí hevur løgreglan í Føroyum tikið eitt hugskot til sín um ein bamsulummavin, sum ein løgreglukvinna í Danmark kom við. Hon hevur gjørt eina uppskrift til at binda ella hekkla bamsuna burtur úr tógvrestum. Bamsulummavinurin passar í lumman hjá løgreglufólkum, um eitt barn knappliga skal uggast í einari svárari støðu.
Um tú kundi hugsað tær at bundið ella hekklað ein bamsulummavin, so kunnu uppskriftirnar heintast her:
Hekkliuppskrift
Um tú vilt lata løgregluni bamsulummavinir, taka tey fegin ímóti. Bamsurnar kunnu latast inn í avgreiðslum hjá løgregluni kring landi, og yvirlit yvir tær sæst her: https://politi.fo/politistoedir