30 ár uttan apartheid

30 ár uttan apartheid
Apartheid-skipanin í Suðurafrika fór í søguna 27. apríl í 1994, tá ANC-flokkurin vann fyrsta frælsa valið í landinum
Vilakazi Street í Soweto er einasta gøta í verðini, har tveir vinnarar av Nobel-friðarheiðurslønini búðu - Nelson Mandela og Desmond Tutu. Í dag eru 30 ár síðan apartheid endaliga tapti í Suðurafrika, tá ANC-flokkurin vann fyrsta frælsa val í landinum
Mynd: Siphiwe Sibeko/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
27.04.2024 - 17:49

Í dag eru 30 ár síðan apartheid-skipanin varð avtikin í Suðurafrika.

Tað varð hátíðarhildið í høvuðsstaðnum Pretoria, har forsetin Cyril Ramaphosa helt røðu sum leiðari av ANC-flokkinum - flokkurin, sum ofta fær heiðurin fyri at hava fríað tann svarta meirilutan í Suðurafrika frá rasistisku samfelagsskipanini, har tann hvíti minnilutin stýrdi øllum.

Tað var 27. apríl í 1994, at ANC-flokkurin hjá Nelson Mandela vann tað fyrsta frælsa valið í Suðurafrika. Síðan tá hevur ANC-flokkurin havt politiska valdið í landinum.

Men hesi 30 árini hava verið merkt av trupulleikum í Suðurafrika, sum stríðist við stórt fátækadømi og ójavnað.

Apartheid er ikki longur, men framvegis livir ein meiriluti av svarta fólkinum, sum telur meir enn 80 prosent av samlaða suðurafrikanska íbúgvatalinum uppá 62 milliónir, í stórum fátækadømi.

Almenna arbeiðsloysið er 32 prosent, sum er tað hægsta í verðini, og fyri ung fólk millum 15 og 24 ár er arbeiðsloysið meir enn 60 prosent. Meir enn 16 milliónir suðurafrikanarar - tað er fjórði hvør íbúgvi í landinum - liva av almennum veitingum.

Og sambært Heimsbankanum er ójavnin millum rík og fátæk størri í Suðurafrika, enn hann er nakra aðrastaðni.

Val verður aftur í Suðurafrika 29. mai, og roknað verður við, at ringa støðan í landinum kann føra til, at ANC-flokkurin fyri fyrstu ferð síðan fyrsta frælsa valið í 1994 kann missa sín avgjørda meiriluta í tjóðartinginum, skrivar ABC News.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594