Vinus og Vimús á skattaveiðu

Vinus og Vimús á skattaveiðu
Skattaveiða og plastfløskukast.
 
19.04.2024 - 15:20

Vimús teknar eitt skattakort, sum Vinus skal brúka. Og hann finnur eisini fleiri skattir og dýrgripir. Eitt nú dettur ein bók niður av hillini.
Og ein góð bók er ein dýrgripur. Hesa ferð er bókin um ein vilstan vin.
Ein annar dýrgripur kann vera ein góður sangur. Ein góður sangur er um sjórænarar í Føroyum.
Vinus og Vinurin spæla báðir upp á serlig ljóðføri, og syngja duga teir eisini.

Sum í hinum pørtunum eru smáteknifilmarnir við.

Og so má Vinus eisini tekna alt, sum er farið fram. Bæði skattakort og dýrgripir.

Og siga: Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt – og farvæl!

Hvat: Vinus & Vimús
Hvar: í sjónvarpinum og á VIT-appini og kvf.fo/vit
Nær: Í sjónvarpinum í dag kl. 18.30, og longu nú á VIT-appini og kvf.fo/vit
Evni: Skattaveiða og fløskukast.


* At brúka til skattaveiðu: Skattakort. Pappír. Blýant. Dýrgripir.
* At brúka til fløskukast: Fløska við vatni í.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948

Meira um sama evni