- Tíðindi, mentan og ítróttur
17 ljósmøður: Vilja hava rætt til at nokta at fremja fosturtøkuinntriv
17 ljósmøður: Vilja hava rætt til at nokta at fremja fosturtøkuinntriv
Í skrivi til rættarnevndina hjá løgtinginum, heita 17 ljósmøður á nevndina um at virka fyri, at tær fáa lógartryggjað samvitskufrælsi til at nokta at fremja fosturtøkuinntriv
18.04.2024 - 07:25
Heilsustarvsfólk hava ongan rætt til ikki at fremja ella ikki medvirka til at fremja fosturtøkuinntriv, um tað býður teirra sannføring ímóti.
Í Danmark hava heilsustarvsfólk rætt til at nokta at gera fosturtøkuinntriv, um sannføring teirra er, at fosturtøka er ikki í lagi.
Tað siga 17 ljósmøður í áheitan á rættarnevndina hjá løgtinginum, sum viðger uppskotið hjá Bjarna Kárasoni Petersen, landsstýrismanni, um nýggja fosturtøkulóg.
Tær vilja hava nevndina at virka fyri, at heilsustarvsfólk fáa lógartryggjaðan rætt og lógartryggjað samvitskufrælsi til at virka.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV