Stórur partur av Børsen brunnin heilt upp

Stórur partur av Børsen brunnin heilt upp
Tamarhald er á eldinum nú, sum byrjaði í morgun. Yvir 100 sløkkiliðsfólk hava verið við í sløkkiliðsarbeiðnum
Løtan, tá spírið ovast á søguliga bygninginum dettur niður í brimandi eldinum. 
Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix  
 
16.04.2024 - 16:36

Tíðliga í morgun komu boðini um, at eldur var í Børsen í Keypmannahavn.

Tak tók tilbúgvingini fýra minuttir at koma á staðið, eftir at ávaringin um eldsbrunan kom klokkan 06.36 í morgun.

Nógvir virðislutir eru bjargaðir undan eldinum millum annað søguligir málningar, ljósakrúnur og ur.

Børsurin er ein av elstu bygningum í Keypmannahavn. 

Hann er frá 1625. 

Kanningararbeiðið er ikki byrjað og tí er orsøkin til eldin ókend enn.


Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

 

Stórur partur av Børsinum er avkolaður, sigur Brian Mikkelsen, forstjóri í Dansk ervherv, sum heldur til í søguliga bygininginum.

Hoyr samrøðu, sum Brian Mikkelsen gjørdi við danska kringvarpið

1667448


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946