Forkvinna í Sumbiar Ítróttarfelag fegnast: Ítróttur aftur í Sumba

Forkvinna í Sumbiar Ítróttarfelag fegnast: Ítróttur aftur í Sumba
Mánakvøldið var Sumbiar Ítróttafelag frá 1940 endurstovnað. Halltóra Joensen er forkvinna, og hon fegnast um, at ítróttur aftur verður í bygdini.
Halltóra Joensen er nýggja forkvinnan í endurstovnaða ítróttarfelagnum í Sumba.
 
16.04.2024 - 17:48

Sangurin hjá Georg Eystan Á um ítróttasumbingarnar sunnast í Føroyum hevur seinastu árini mest verið eitt minni um eina farna tíð, men nú er røringur aftur í Sumba. 

Mánakvøldið var fundur í bygdini, har gamla felagið, Sumbiar Ítróttarfelag frá 1940, bleiv endurstovnað, eftir at tað síðan 2005 hevur verið ein partur av fótbóltsarbeiðinum í FC Suðuroy, sum er felagsliðið í syðru helvt av Suðuroynni. 

Halltóra Joensen er forkvinna í endurstovnaða felagnum, og hon fegnast um góðu undirtøkuna í bygdini. 

- Sum heild haldi eg, tað er sera góð undirtøka, og eg ivist ikki í, at vit fara at fáa góðan stuðul frá bygdafólkinum, sigur nýggja forkvinnan, Halltóra Joensen. 

Mánakvøldið var stovnandi fundurin. 

 

Byrja við kappróðrinum

Byrjað verður við fimmmannaførum hjá gentum. Kappróðrarneystið er í Lopra, men harumframt er avtala gjørd við Vágs kappróðrarfelag, soleiðis at rógvarar sleppa at venja innandura.

Um undirtøka er fyri tí, so er felagið til reiðar at hjálpa við øðrum ítróttum. 

 

Ítrótturin hevur nógv at siga

- Tað at skapa áhuga fyri ítróttinum hjá teimum ungu hevur so ómetaliga nógv at siga. Dreingirnir byrja eisini at vísa áhuga fyri kapprógving, so tað gleðast vit um, leggur forkvinnan afturat. 

Og tað hevur týdning fyri eina lítla bygd sum Sumba, at ítróttur aftur er í bygdini. 

- Ítróttur uppi á Krossinum hevur ikki verið í nógv ár, og tað er mangan, tá man missir okkurt, at man varnast, hvat tað hevur at siga fyri eitt so lítið lokalsamfelag, sigur Halltóra Joensen, forkvinna í Sumbiar Ítróttafelag. 
 

1667378

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017