- Tíðindi, mentan og ítróttur
Iran lønar Ísrael aftur við dronuálopi
Luftaávaringarlúrar hava ljóma yvir Jerusalem og í fleiri øðrum støðum í Ísrael í kvøld og nátt, nú tað frættist, at Iran er lopið á Ísrael við dronum og rakettum.
Hetta skriva altjóða miðlar.
Aftursvar fyri Damaskus
Tað verður hildið, at Iran við álopinum lønar Ísrael aftur fyri at Ísrael fyrr í mánaðinum leyp á iranskan konsulátið í sýrkiska høvuðsstaðnum Damaskus. Sjey høgir iranskir embæstismenn lótu lív í tí álopinum. Tað skrivar CNN, sambært Danmark Radio.
Umboðið hjá Iran í ST-missiónini skal sambært CNN hava váttað hetta. Iranskar keldur í ST-missiónini hava eisini sagt, at hetta var eitt aftursvar, og at iranar nú meta tvídráttin avgreiddan, um Ísrael ikki svarar aftur.
Ísraelski herurin lovar at verja sínar borgarar við øllum sínum mátti.
“Together with our partners, the IDF is operating at full force to defend the State of Israel—and the people of Israel. This is a mission that we are determined and ready to fulfill.”
— Israel Defense Forces (@IDF) April 13, 2024
IDF Spokesperson RAdm. Daniel Hagari on the current attack from Iran: pic.twitter.com/rjNqLPFs9X
Serførðingar eru rættiliga vísir í, at Ísrael fer at svara aftur.
Men uttan mun til, hvat hendir, so vænta øll, at støðan í Miðeystri er grundleggjandi broytt, tá tað lýsir fyri degi í morginári. Hetta er fyrstu ferð, at Iran er lopið á Ísrael beinleiðis av iranskari jørð.
Hizbollah luttekur eisini í álopinum
Iranskt stuðlaði yvirgangsfelagsskapurin Hizbollah, sum fyrst og fremst heldur til á Vestara áarbakka, hevur boðað frá, at teir eisini taka lut í álopinum á Ísrael við rakettum, sum verða sendar úr Jemen ímóti Golanheyggjunum. Hetta skrivar DR.dk.
Danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, fordømir iranska álopið, sambært danska TV2.
"Danmark fordømir iranska álopið á Ísrael. Eg mæli øllum til at sissa seg og at lata vera við at økja spenningin í frammanundan spentu støðuni. Tað kann á ongan hátt góðtakast, at Iran ger støðuna í Miðeystri meira óstøðuga enn hon í frammanundan er. Danmark vil framhaldandi arbeiða fyri at fáa støðuna í Miðeystri í eina javnvøgu saman við okkara sameindu."
USA stuðlar Ísrael
Amerikanski forsetin, Joe Biden, boðar í kvøld frá, at USA stuðlar Ísrael av fullum hjarta eftir iranska álopið.
Hetta boðar Joe Biden frá á sosiala miðlinum X, sum flest fólk kenna sum Twitter.
I just met with my national security team for an update on Iran’s attacks against Israel. Our commitment to Israel’s security against threats from Iran and its proxies is ironclad. pic.twitter.com/kbywnsvmAx
— President Biden (@POTUS) April 13, 2024