- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ónøgd fekk fólk at rýma
Ónøgd fekk fólk at rýma
Ónøgd við løn og setanartreytir gjørdi, at trý arbeiðsfólk í bergholinum til Dals søgdu upp fyrr í ár
12.04.2024 - 06:24
Ónøgd við løn og setanartreytir gjørdi, at trý arbeiðsfólk í bergholinum til Dals søgdu upp fyrr í ár.
Nú eru onnur fólk sett fyri tey.
Arbeiðið var nakað seinkað, meðan lýst var eftir fólki.
Men nú gongur arbeiðið eftir ætlan.
Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur svarað spurningi, sum Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, setti um fólkið, sum arbeiðir við bergholinum til Dals.
Vanliga eru seks ella sjey fólk í tunnilsliðnum hjá Landsverki, sum eisini skal gera bergholið til Tjørnuvíkar.
Nýggjastu sendingar í ÚV