- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kravdi pening, um myndin ikki skuldi sendast víðari
Kravdi pening, um myndin ikki skuldi sendast víðari
Politiið heitir aftur á fólk um ikki at samskifta við slík fólk á netinum, og ikki gjalda tað, sum tey krevja
11.04.2024 - 11:20
Í gjár fekk politiið enn eina fráboðan um myndir á netinum.
Ein útlendsk kvinna fekk ein mann í Føroyum at senda mynd av sær.
Tá hann hevði gjørt tað, kravdi hon 7.000 krónur frá manninum.
Fekk hon ikki tær, sendi hon myndina, sum ikki var vanlig andlitsmynd, víðari.
Politiið heitir enn einaferð á fólk um ikki at samskifta við slík fólk á netinum.
Og ikki gjalda tað, sum tey krevja.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV