ECB lækkar ikki rentuna

ECB lækkar ikki rentuna
Roknað var annars við, at rentan fór at lækka, nú tamarhald er á inflatiónini í evrulondunum
Evropeiski miðbankin hevur gjørt av, at rentan verður óbroytt.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.04.2024 - 15:14

Evropeiski miðbankin, ECB, lækkar ikki leiðandi rentuna, sum er fýra prosent.

Tað skrivar miðilin MarketWire.

Gitingar hava annars verið um, at rentan fór at lækka, nú tamarhald er á inflatiónini í evrulondunum.

Men Evropeiski miðbankin sigur í stuttari fráboðan, at rentan verður verandi fýra prosent, sum hon hevur verið síðani september í fjør. 

Hetta er hægsta renta í søguni hjá ECB.

Evropeiski miðbankin hækkaði rentuna í fjør, í eini roynd at fáa tamharhald á inflatiónini og fáa hana niður á tvey prosent, sum er málið í longdini, skrivar Ritzau.

Inflatiónin í evrulondunum er í løtuni á 2,4 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946