Virkisleiðari á landingarmiðstøð: "Møguleikar eru í slógvinum"

bannari
Virkisleiðari á landingarmiðstøð: "Møguleikar eru í slógvinum"
Landingarmiðstøðin á Toftum er klár at taka ímóti feskum innvøli, nú landsstýrismaðurin ætla, at alt av fiski skal til lands, sigur Arnhold Davidsen, vikisleiðari
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
10.04.2024 - 20:25

Virkisleiðarin á Landingarmiðstøðini á Toftum, Arnhold Davidsen, leggur seg nú út í kjakið um at føra alt lívfrøðiligt tilfeingi frá fiskiveiðuni til lands.

"Aðalendamálið við at dríva vinnuligum fiskiskap eigur at vera at fáa so mest burturúr tilfeinginum, sum verður veitt, og har eru stórir møguleikar í tí, sjálvt um tað ikki er løtuvinningur," sigur Arnhold Davidsen.

Tørvur er eisini á at fáa eitt fjølbroyttari kjak um møguleikarnar, sum eru í slógvinum, heldur virkisleiðarin.

 

Kallig móttøka

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sent kunngerð til hoyringar, um at longu frá 1. juni í ár skulu 20 prosent av tí, sum annars verður blaðkað í havið av skipum og bátum, takast vil til lands í Føroyum. Og um seks ár, skal alt av fiski takast við til lands.

Uppskotið fær kalliga móttøku av formanninum í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, og formanninum í Felagnum línuskip, Hálvdan Gudmundsen.


Arnhold Davidsen, virkisleiðari á Landingarmiðstøðini á Toftum

 

Á landingarmiðstøðini á Toftum sær man ikki líka neiliga upp á ætlanirnar hjá landsstýrismanninum. 

Fyri fýra árum síðani gjørdi Landingarmiðstøðin á Toftum íløgur í útgerð, so at innvølurin eisini kann gagnnýtast, og tá byrjaði landingarmiðstøðin eisini taka móti blóðgaðum fiski.

"Eg síggi møguleikar fyri serliga bátar í bólki 5 (útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu, blaðm.) og partvíst fyri bátar í bólki 4 (smærri línubátar, blaðm.). Teir kunnu taka innvølin feskan við til lands, tí vit kunnu taka ímóti innvølinum," staðfestir Arnhold Davidsen, virkisleiðari á Landingarmiðstøðin á Toftum.  

 

Gjørt íløgu í útgerð

Kostnaður fyri at landa blóðgaðan fisk er 2,80 krónur fyri kilo. At landa kruvdan fisk kostar 1,80 krónur fyri kilo.

"Sjómaðurin fær nakað fyri ómakin," sigur Arnhold Davidsen, virkisleiðari. Ein háttur at lagra innvøl er at súrga hann, og tað ger landingarmiðstøðin á Toftum.

Í dag keypir Havsbrún súrløguna frá landingarmiðstøðini. Men kann landingarmiðstøðin ikki taka meira fyri súrløguna, so okkurt dettur á kistubotnin hjá teimum, sum føra veiðuna um bryggjukantin?

 

Arnhold_Davidsen_100404

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Týsdag 24. desember
Pipar og Salt
185537
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477