Spania til reiðar at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt land

Spania til reiðar at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt land
Pedro Sánchez, forsætisráðharri, sigur, at ein slík viðurkenning kann skunda undir frið í Miðeystri
Pedro Sánchez er forsætisráðharri í Spania.
Mynd: CNBC  
 
10.04.2024 - 14:21

Spania er til reiðar at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugan stat. 

Tað sigur spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez, sambært bretska kringvar BBC. Hann heldur, at ein slík viðurkenning kann skunda undir frið í Miðeystri

Í fráboðan til sponsku kongressina í morgun, segði Sánchez, at ísraelska aftursvarið eftir álopini hjá Hamas 7. oktober hevur verið púra óproportionalt, og at ísraelska aftursvarið sett alla støðuna í Miðeystri í vanda.

 

Vil hava ES við

Sánchez segði eisini, at hann roynir at fáa undirtøku millum ES-leiðarar, um at viðurkenna Palestina sum stat.

Í gjárkvøldið segði avstralski uttanríkisráðharrin, Penny Wong, at ein tvílandaloysn, har ísraelar og palestinar liva lið um lið, er einasta vónin fyri at bróta endaleysu harðskapsringrásina.

Fleiri enn 33.000 palestinar hava higartil latið lív eftir ísraelsku innrásina, har Hamas drap áleið 1200 fólk og tók fleiri enn 250 gíðslar.

Haraftrat er stórur partur av Gasageiranum lagdur í oyði, og nógvir palestinar eru at kalla í hungursneyð, skrivar bretska kringvapið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450