- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krevja at gíslarnir í Gasa verða latnir leysir
Í gjár vóru kravgongur í New York, Washington, París, Amsterdam, Berlin og Jerusalem, har fólk vístu sína ónøgd við, at fleiri gíslar enn sita í fangaskapi hjá Hamas, nú hálvt ár er liðið, síðani teir vóru tiknir.
Boðskapurin hjá mótmælisfólkunum var greiður, skrivar danska kringvarpið: Fáið eina vápnahvíld í lag, so gíslarnir kunnu latast leysir.
Í amerikanska høvuðsstaðnum vóru fólk komin saman tætt við Kongressina og Hvítu húsini.
Ein av teimum, sum var við til mótmælisgonguna, var Meirav Leshem Gonen. Hon hevur eina dóttur, sum er gísli í Gasa.
- Eg vil hava tykkum at rópa saman við mær her á Lincoln Memorial, sum er frælsisímyndin í heimsins valdsmiklastu tjóð. Rópið til gíslarnar verða latnir leysir, segði hon millum annað á røðarapallinum.
Tað var 7. oktober í fjør at gíslarnir vóru tiknir, tá Hamas framdi yvirgangsatsókn har suðuri í Ísrael.