- Tíðindi, mentan og ítróttur
Johan Jacobsen: Bæði vónir og stúranir fyri framtíðini hjá Sýria
Sýriski forsetin, Bashar al-Assad, er eftir øllum at døma farin úr landinum.
Reuters skrivar, at forsetin er farin úr landinum tíðliga í morgun.
Seinastu dagarnar hava uppreistrarmenn tikið seg skjótt fram, og í gjár tóku teir valdið á fýra býum upp á eitt samdøgur - harímillum Homs, sum er triðstørsti býur í Sýria og ein strategiskt týðandi miðdepil.
Undir hertøkuni av Damaskus hava uppreistrarmenninir latið upp portrini í stóra fongslinum Sednaya, har stjórnin hjá Bashar al-Assad hevur hildið fleiri túsund fólk í varðhaldi, harímillum fleiri politiskar fangar.
Hesar hendingar koma ikki óvart á Johan Jacobsen, sum hevur kandidat-útbúgving í arabiskum frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, og hevur vitjað í Sýria fleiri ferðir.
Johan sigur, at tað er torført at siga, hvat fer at henda nú. Tað eru bæði vónir og stúrarnir fyri framtíðina.
Men hann væntar, at komandi tíðin fer at verða merkt av ruðuleika.
Men av tí, at Bashar al-Assad nú ikki longur hevur valdið, so eru tað mong, sum samanbera hendingarnar í Sýria við, tá ið Berlinmúrurin fall.
Russiska uttanríkisráðið sigur eisini, at forsetin í Sýria, Bashar al-Assad, er farin úr landinum, men ráðið sigur einki um, hvar hann skuldi fara.
Túsundtals sýrar í útlegd eru longu farin aftur til Sýria. Nógvir sýrar eru flýddir undan Assad-stýrinum til millum annað Libanon, men gjøgnum dagin hava fleiri teirra leitað sær nærri landamarkið, fyri at koma inn aftur í Sýria. Nógv fólk hava tó eisini valt at flýggja úr Sýria og inn í Libanon.
Bæði franski forsetin, Emmanuel Macron, og týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, fegnast um tíðindini um, at stjórnin hjá Assad er fallin.
- Barbariski staturin er fallin. Endiliga, skrivar Emmanuel Macron á sosiala miðlinum X, fyrrverandi Twitter, meðan Scholz skrivar, at tað, at stjórnin hjá Assad er fallin, eru "góð tíðindi".