Sarah Mahfoud tapti HM-dystin

Sarah Mahfoud tapti HM-dystin
Sarah Mahfoud tapti í nátt dystin um WBC-beltið móti avstralsku Skye Nicholson í Las Vegas. Avstralska kvinnan vann dystin upp á stig eftir 10 umfør.
Sarah Mahfoud
Mynd: Andrew Couldridge/Ritzau Scanpix  
 
07.04.2024 - 09:52

Sarah Mahfoud tapti í nátt dystin um WBC-beltið móti avstralsku Skye Nicholson í Las Vegas.

Avstralska kvinnan vann dystin upp á stig eftir 10 umfør.

Tveir av teimum trimum dómarunum dømdu dystin 100-90 til Nicholson, og tann triði dømdi 99-91. Tað merkir, at triði dómarin metti, at Sarah Mahfoud hevði verið betri í einum av teimum tíggju umførunum. Men samanumtikið var talan um greitt tap.

Veddingarfyritøkurnar høvdu Skye Nicholson sum greiðan favoritt at gerast heimsmeistari, men Sarah Mahfoud segði við kringvarpið í fyrradagin, at hon hevði góðar vónir um at vinna á avstralska favorittinum.

Hetta var 16. professionelli dystur hjá Saruh Mahfoud og bert aðru ferð, at hon tapti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017