- Tíðindi, mentan og ítróttur
SAS og Widerøe flúgva nú aftur til Føroya
Nógv fólk fóru og komu við flogfari í mars.
Tølini hjá Vága floghavn siga, at tey vóru 19 prosent fleiri enn í mars í fjør, og 21,6 prosent fleiri enn í mars 2019.
Í mars í ár vóru ferðafólkini 29.970. Men í 2019 og í fjør vóru páskirnar í apríl.
Januar og februar í 2020, tað er, áðrenn korona kom, eru teir bestu hjá flogvøllinum higartil.
Og besta árið er frá 1.mars 2019 til 1.mars 2020. Tá vóru ferðafólkini 438.000.
Ferðafólkatalið á flogvøllinum vaks 19 prosent í mars. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
SAS og Widerøe flúgva aftur
Nú er SAS farið at flúgva aftur til Føroya.
Í fyrsta umfari verður flogið fýra ferðir um vikuna.
Widerøe byrjar aftur í dag. Tey fara at flúgva tvær ferðir um vikuna.
Icelandair fer at flúgva úr Keflavík til Føroya fimm ferðir um vikuna frá 1. mai og seks ferðir um vikuna frá 1. juni.