- Tíðindi, mentan og ítróttur
Drigið verður á Dungasandi
Drigið verður á Dungasandi
Eftir dystin millum 07 Vestur og EB/Streym í Sørvági í kvøld verður kastað lut um, hvussu spælast skal í 1. umfari av kappingini um Løgmanssteypið
Mynd: Bjarni Enghamar / FSF
02.04.2024 - 13:18
Felagshúsið hjá 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági verður í kvøld karmur um lutakastið til 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið, skrivar fsf.fo.
Fimtan lið verða í bollanum, og tá dysturin í Betrideildini hjá monnum millum 07 Vestur og EB/Streym er liðugur, verður farið undir lutakastið, ið verður sent beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.
Lutakastið verður skipað á tann hátt, at fyrsta liðið, ið verður trekt, fer beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar, meðan hini liðini verða trekt sum vanligt. Dystirnir í 1. umfari um Løgmanssteypið verða spældir 24. og 25. apríl.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV